Metal Storm logo
Hamferð - Evst lyrics



Tracks



01. Evst

Kom útideyði
Várið doyr
Kom svarta niða
Svølg hvønn geira

Har dirvi
Slepp ei míui hond
Eg skal verja teg
Blunda nú
Droym um omur lond
Eg skal verja teg

Rívur í bergið
Hvirlukvørn
Vit eru risar
Raðast onga ódn

Har dirvi
Slepp ei míui hond
Eg skal verja teg
Blunda nú
Droym um omur lond
Eg skal verja teg

Fremmandur kuldi
Kenst so livandi

Og vitskan vallar
Vaknar
Slóknar

Har dirvi
Slepp ei míui hond
Eg skal verja teg
Blunda nú
Droym um omur lond
Eg skal verja

02. Deyðir Varðar

Køld er henda nýggja náttin
Eg svølgi døggsins beiska frost
Einki sæst
Og einki merkist
Gráa ljósið veitir onga troyst

Brátt sá eg teg ei
Og visti ei um tín veg
Brátt trein eg eitt fet av leið
Og mjørkin tók teg
Eg síggi mín knústa skugga søkka í móru
Eg síggi ongar varðar har teir vóru

Revsing fyri veikleika
Revsing fyri kaldan kærleika
Lønin fyri sjálvsøkin mál
Lønin fyri sár á eina vakra sál

Brátt sá eg teg ei
Og visti ei um tín veg
Brátt trein eg eitt fet av leið
Og mjørkin tók teg
Eg síggi mín knústa skugga søkka í móru
Eg síggi ongar varðar har teir vóru

Einsami tú
Hvar ert tú nú
Ert tú vilstur sum eg
Nnátt fevnir meg
Men uttan teg
Fari eg ongan veg

Skelvandi undir gráum lofti
Regnið svalar sviðan
Slær tøgnina úr míni trúgv
Skolar burtur skomm frá eygum
Eftir bert at síggja
Hesar deyðu varðar
Tó dragi enn ond
Og eg skal aldri svíkja

Illveðurs kór
Og mjørka djór
Savnast um meg
Krógva tín veg

Einsami tú
Hvar ert tú nú
Ert tú vilstur sum eg
Nnátt fevnir meg
Men uttan teg
Fari eg ongan veg

03. Við Teimum Kvirru Gráu

Markleys náði ber mín kropp
Um aldarmørk
Lati dreymar leiða meg
So heit og bjørt

Í mær tann væna glóð
Og enn tey heimaljóð
Eg sá eitt máttleyst bros
Sum glotta handan skýggi

Eitt ljós, sum kelda rann
So kalt og blítt
Í skuggum skygdi lyftið um
Aftur til tín
At teska "góða"
Vitja tínar dreymar
Vekja títt hold
Men stjørna mín fall út úr tíni eygsjón
Og har brennur hon enn

Nærum slöknað nú
So ber og uttom lívd
Tráar eftir tær

Lat teg skola yvir meg
Endurskapa meg
Stilla sorg úr gomlu øld
Kynd í minnir køld
Eg kenni brátt tað brá
Mær lyfti lívsins trá
Fjaldi egnu tár
Eg kenni brátt tað brá...

04. At Jarða Tey Elskaðu

At jarða tey elskaðu
At loysa upp sálarbond

At jarða hvønn lyftíseið
Í ævir rúma herndartrá

05. Sinnisloysi

Tín hamur var kærleikin
Tín vera er svíkjariu
Tín glóð var mítt leiðarljós
Inn í litleysa dýpið

Hvør vøddi í mær dunar
Skelvur við knúsandi megi

Hvirlandi hatursýl
Eg hoyri meg sjálvan í upploysn
Streymandi ræðslu tár
Grátandi biður tú mær farvæl

Eg var dáriu, rúnar bundín
Men sinn mítt svølgdi tín gand
Reis teg, statt og fatta teg
Tár eru bert tín gríma

(Úr sól) Sorgin skygdi bjørt
(Úr rót) Við hvøssum geislablað
(Til jørð) Veitti banasár
(Til grót) Kærleikin fall her í dag

Hvirlandi hatursýl
Eg hoyri meg sjálvan í upploysn
Streymandi ræðslu tár
Grátandi biður tú mær farvæl

Tíni vøkru eygu vkina
Køvd tíni eymu orð
At síggja títt audlit blikna
At síggja tráðin slitna

Hvirlandi hatursýl
Eg hoyri meg sjálvan í upploysn
Streymandi ræðslu tár
Grátandi biður tú mær farvæl

Tóvnt er títt eygnabtá
Eg lati teg fella til jarðar
Deyð er hvør glóð í mær
Og himmalin syngur títt

Falna hjarta lag

06. Ytst

Køld er hendan nýggja náttin
Úr fjalsins farni logar sorg
Onki kvirt men onki livir
Tveitist ódu á hvitu fjallaborg

Um allar ævir
Til evstu øld
Vóru alt í hesum heimi

So vóuleyst tey skríggja
Og drukna í mær
Klóra handan eygu míni
Tey eru øskam í hjarta mínum

Um allar ævir
Til evstu øld
Vóru alt í hesum heimi

Hevdur av østum glaðum
Mót svarta himni
Kókar á holdi
Stjørnu bruni
Gævi úr glæmu
Bros sæst á ský
Og hín síðsta vinsæla
Lýsti leið til tín

Kalt og vilt hvar heimur endar
Stígi fram mót fjalsins egg
Onki sæst men ongin vissa
Um hvat havsbrúgv kravdi sær

Um allar ævir
Til evstu øld
Fyri alt í hesum heimi
Skal heimur aftur very tey

Og gjøgnum hválvið
Mín simmislogu
Vágar sær
At siga fyri mær
At tey eru deyð?