Metal Storm logo
Hamferð - Doomo lyrics



Tracks



01. Opið Hav

Á, víddirnar
Andi gloymskunnar
Havsins hjarta
Slær djúpt her

Opið hav
Kenslan av
At vakna
Tó blundi eg
Havi teg
At sakna

Havsbrúgvin víðkast
Lotið gerst kalt
Longsulin blíðkast
Regn reinsar alt

Men ivin skræðir í tað
Sum sprettir úr nýggjum fræ
Dúkar styrki við myrkri
Eg biði teg, Himnanna Faðir
Gev mær megi

Eri eg (Opið hav)
Fríður her (Kenslan av)
Finni eg (At fara)
Lívið her (Undir kav)

Opið hav
Kenslan av
At vakna
Tó blundi eg
Havi teg
At sakna

02. Ódn

(I)
The sky turns
Reveals the other side
The black hide

The rising
Raging fields of blue
Live anew

Amidst the waterstorm
The end will take its form
Once again

The arms of the sea
Embrace me
Disturbance
This is no warm embrace

Amidst the waterstorm
The end will take its form
Once again

I gaze in fear upon the tide
I close my eyes in prayer

(II)
Froysandi, goysandi alda
Skalt tú knúsa meg í nátt
Ræðsla mín túsundfaldað
Skalt tú svølgja far mítt rátt

Hálva lívið mítt havi eg livað her
Og deyðin hevur hótt meg hvørja ferð
Ongin dagur uttan bønarfund
Kanst tú bjarga mær í hesi lagnustund

Stari inn í deyðans kjaft

Froysandi, goysandi alda
Skalt tú knúsa meg í nátt
Ræðsla mín túsundfaldað
Skalt tú svølgja far mítt rátt

Hálva lívið mítt havi eg livað her - Í logn og ódn
Og deyðin hevur hótt meg hvørja ferð - Við ýli og tøgn
Ongin dagur uttan bønarfund - Við lít á hann
Kanst tú bjarga mær í hesi lagnustund - Nú trúgvin svann

(III)
Eg vakni brátt
Sveimandi
Eyga festir seg at
Hvítnaðum kroppi
Ruggandi á skorpuni
Svinnur, søkkur
Eygu fyrr glógvandi, slóknað
Seinastu ferð
Seinastu ferð